Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á orðið 'brek', og hvørki tað er rætt nýta hetta orðið.
Øll orð hava eitt upphav og eina søgu, har tey broytast í formi og innihaldi, greiðir Meinhard Jensen, studentaskúlalærari, frá í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin, sum er á gøtuni nú.
Í stuttum kann sigast at orðið ‘brek’ møguliga er fyrndargamalt, og hevur somu rót sum enska orðið ‘break’. Tað orði sæst aftur í 2500 ára gamla rekonstrueraða málinum protogermanskt, sum er ættarfaðir at fleiri vesturevropeiskum málum, so sum enskum, týskum og norðurlendsku málunum, har tað eitur ‘brekan’, greiðir hann frá.
Hóast etymologiin onga meining hevur um kjakið, orðið brek, ella hvat vit skulu kalla fólk við skerdum førleikum, so kann siga eitt sindur um søguna hjá einum orði, sigur Meinhard Jensen.
Les meir um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er á gøtuni nú.
Les eisini Ongan trupulleika við at verða kallað brekað og MBF: Orðið 'brek' skal skiftast út