HM-undankapping: Luksemborg - Føroyar klokkan 16.30.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Brot úr grein í Ítrottarsosialinum mánadagin 6. januar:
(...)Á útivølli er Slovakia vanliga væl veikari, og hetta sæst eisini aftur í ræðuliga úrslitinum, sum tað var at tapa 28-27 ímóti Luksemborg fyri tveimum árum síðani.
Luksemborg er sterkt á heimavølli
Júst sigurin á Slovakia boðar frá, at Luksemborg er ikki bara at spæla við á heimavølli.
Tað er heldur ikki av tilvild, at Luksemborg hevur bjóðað seg til at leggja eyka útreiðslu fyri at fáa Føroyar, Litava og Slovakia at koma til sín. Umframt áðurnevnda sigurin á Slovakia, vann Luksemborg eisini við einum máli á heimavølli ímóti Italia fyri tveimum árum síðani. Í Italia tapti Luksemborg við tveimum, og mátti síggja dreymin um víðari luttøku gleppa sær av hondum. Høllin í Luksemborg kann væntast at vera fylt við fjepparum, sum ynskja dreymin at ganga út.
(...)
Føroyar hava heldur ikki góð minnir av Luksemborg. Í 2007 spældu Føroyar Challenge Trophy kapping í Luksemborg, Luksemborg vann 31-25 á Føroyum.
(...)
Eingin av føroysku leikarunum, sum eru úttiknir til hópin hesaferð vóru við í Luksemborg í 2007. Men Dia Midjord var tá landsliðsvenjari hjá Føroyum, og hann er við aftur hesaferð sum hjálparvenjari.
Tekna hald og les alla greinina í Ítrottarsosialinum við at trýsta HER
Síðani kappingina í Luksemborg hava Føroyar fleiri ferðir roynt seg ímóti dagsins mótstøðuliðið.
Ein javnleikur í 2012 var besta úrslitið.
Seinastu árini hava úrslitini hjá Luksemborg eisini verið nakað væl frægari enn tey føroysku. Serliga ein sigur á Italia sigur sítt, tí fyri tveimum árum síðani taptu Føroyar 29-18 ímóti Italia, sum Luksemborg eitt ár frammanundan hevði vunnið á.