Fótbóltur
Hóast hann er ein av yngstu monnunum í hópinum, so hevur Bogi Løkin longu vunnið sær status sum fastur maður millum teir fyrstu ellivu hjá Brian Kerr, landsliðsvenjara.
Saman við restini av føroyska landsliðshópinum setti Bogi Løkin klokkan 11 kósina móti Graz í Eysturríki, og hann viðgongur, at talan er um ein sindur serligan dyst.
- Tað er sjálvandi søgan, sum er kring dystin hjá okkum móti Eysturríki. Landskrona í ’90 er jú nakað, sum øll kenna til. Men akkurát tað fáa vit ikki brúkt til so øgiliga nógv her og nú. Vit mugu út at fremja eitt gott avrik, og so kunnu vit sjálvandi hava í huganum, at vit móti júst Eysturríki hava prógvað, at tað ber til, sigur Bogi Løkin.
Á Tórsvølli fyri einum ári síðani var Bogi Løkin maðurin, sum skoraði føroyska málið í 1-1 javnleikinum. Javnleikurin var í sjálvum sær nakað, sum sjálvandi fekk sítt rúm í eysturríksku miðlunum, og tað gjørdi ikki søguna verri, at tað júst var sonurin hjá einum av Landskrona-hetjunum, sum skoraði føroyska málið. Men enn er tað so ikki nakað, sum hevur merkt fyrireikingarnar hjá Boga til dystin leygardagin.
- Tað vóru sjálvandi nógvir tíðindamenn, sum ringdu beint eftir dystin í fjør, men higar til hevur telefonin ikki kimað í so máta.
Men tað verður kanska meira eftir dystin leygardagin?
- Tað kunnu vit altíð vóna. Og tað vildi í øllum førum ikki verið so galið, um tað var støðan, sigur Bogi Løkin.
Føroyska ferðalagið fór avstað klokkan 11 í morgun. Umvegis eina millumlending í Billund verður flogið til Graz, og klokkan 19.30 føroyska tíð leygardagin stendur dysturin móti Eysturríki á skránni.