5?mannafør gentur
Tað er synd at siga, at talan er um tær stóru broytingarnar, tá tað snýr seg um kappingina millum gentumanningarnar.
Á varmakeldustevnuni í Fuglafirði vunnu klaksvíksgentur umborð á Fípuni Føgru. Tað gjørdu tær eisini á norðoyarstevnu og á jóansøku. Sílið varð næstfremst á Fuglafirði. Tað vóru havnargenturnar eisini á norðoyarstevnu og á jóansøku. Blikur av Skála vann bronsuplássið á varmakeldustevnu. Tað gjørdu tær eisini á teimum báðu fyrstu stevnunum, og fjórða plássið í róðrinum leygardagin fall eisini somu manning í lut, sum eisini fekk trý stig í Klaksvík og á Tvøroyri. Tjaldrið hjá Róðrarfelagnum NSÍ tykist eiga patent upp á hetta plássið í ár.
Manningarnar vóru fjúrtan í talið, og at tað fór at verða torført at brúka fasta startin í øllum kappingunum fekst greið ábending um, tá startdómarin royndi at leggja hesar bátarnar. Lotið ímóti gjørdi, at tað var torført at fáa bátarnar á øllum tí fasta startinum at liggja í einari linju.
Men tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, og róðurin var spennandi. Fípan Fagra fekk ein góðan start. Tað fekk báturin av Argjum, Blikur, eisini, og Havfrúgvin og Tjaldrið fylgdu væl við.
Eftir startspurtin var Fípan Fagra eina hálva bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, og munurin bara eina lítla løtu so mikið stórur, at Fípan var leys av hinum bátunum.
Tá hálvur teinurin var rógvin, var Sílið komið framum Blik, havnargenturnar fingu um róðrið á Fípuni, og tær royndu fleiri ferðir at bjóða klaksvíksgentum av. Men hóast munurin ongantíð var serliga stórur, so tóktust tær umborð á Fípuni alla tíðina at hava tak á tí. Tá tað restaðu tvey hundrað metrar, tóktist Fípan Fagra rættuliga ætla sær at stinga av, men tær umborð á Sílinum svaraðu aftur. Kortini komu tær ikki nærri enn so, at munurin á málinum var ein stór hálv bátslongd.
Harvið er Fípan Fagra við gentumanning framvegis ósigrað, og hóast munurin hesa ferð kanska var minni, enn hann hevur verið onkra ferðina fyrr í ár, so er tað torført at rokna við øðrum FM kandidati enn gentunum í Klaksvík.
Aftaná jóansøkuna nevndu vit, at tað kanska vóru tekin um, at bátarnir í Vágum ? serliga Frúgvin og Ørnin ? sum undanfarnu árini rættuliga hava sett dám á kappingina, vóru um at koma fyri seg. Men í Fuglafirði sást lítið til vágabátarnar. Ørnin endaði á sætta plássinum, Frúgvin gjørdist nummar tíggju, og Dúgvan var uppaftur aftari.