Pink er ein lítil drongur. Hann missir pápan í kríggið og hevur bert mammu sína eftir. Hon verjir hann meira enn gott er. Hon gevur dronginum líka stóra mongd av kærleika og ótta. Hetta hjálpir dronginum at byggja ein sterkan mentalan múr. Í skúlanum verður drongurin væl bukaður.
Sum hann gerst eldri stríðist hann meira og meira við hendan múrin, sum rúsevni, eitt vánaligt hjúnarlag, sum eisini fær sín enda, alsamt leggja fleiri klípi í múrin.
Gjøgnum søguna hoyra vit alsamt fleiri hendingar, ið leggja fleiri klípi í múrin.
Tá hann gerst eldri verður Pink ein rokkstjørna. So hvørt sum lívið heldur fram, verður Pink alsamt meiri innibyrgdur og fer veruliga í hundarnar.
Tá alt kemur til alt finnur hann loysnina. Brýtur múrin niður og biður orsaka til sínar nærmastu vinir, sum hava kent mest til ræðslu-, rúsevna og paranoiamúrin hjá honum.










