Síga í marghøllini

Sum nakað heilt øðrvísi, royndu næmingar á Ítróttaháskúlanum í dag at síga innandura.

Tá talan er um at síga, so verður oftast hugsa um bjørg og høgar veggir. Alt undir opnum himli, sjálvsagt. Fyrr var hetta neyðugt og partur av veiðu eftir fugli ella eggum. Í dag er ofta talan um ítrótt.

 

 

Men at síga inni. Undir taki. Tað er kanska heldur sjáldsamt.

 

 

Men tað var júst tað, sum ítróttanæmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni royndu í dag.

 

 

Í stóru og høgu marghøllini í Vági var tað í dag hvørki graslíki ella rennbreyt, ið lokkaðu. Hinvegin var tað hæddin á stóru høllini, ið gav møguleikar.

 

 

Manningin á Ítróttaháskúlanum nýtti nevniliga stóru hæddina upp til takið, og stálkonstruktiónina, ið til ber at klatra eftir, til at koma upp undir takdúkin á høllni, fyri síðani at síða niður á vøllin. Alt undir takið, meðan veðrið í dag ikki loyvdi stórvegis virksemi úti í vindi, kulda og kava.

 

 

Her sæst video av tí, ið gekk fyri seg í marghøllini í dag:

 

 

https://www.facebook.com/profile.php?id=100022353674091