##med2##
Háspenningur er um annað plássið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti aftaná 3-2 sigurin hjá Fleyr á SÍ vesturi í Sørvági.
Mjølnir er greitt á odda við 18 stigum. Nummar tvey við níggju stigum er SÍ, og Fleyr er eitt stig aftanfyri SÍ við átta stigum. ÍF er aftast við fýra stigum.
SÍ-Fleyr 2-3 (21-25, 25-21, 18-25, 25-22 og 13-15)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen hjá SÍ og Bjarka Enni hjá Fleyr. Bjarki heldur, at talan var um ein dyst har servistøðið sveiggjaði nógv, men hann fegnast um, at teir fingu koppað dystin teirra veg. Jón er heldur atfinningarsamur um dømingina, og hann heldur, at har vóru dekan ov nógvar dømingar sum fullu skeiva vegin.