SÍ er steypavinnari hjá kvinnum

Ungu SÍ-kvinnurnar megnaðu at koppa Mjølni í einari tættari og væl spældari kvinnufinalu.

Steypafinalan í kvinnuflogbólti varð spæld í høllini á Hálsi seinnapartin, har oddaliðið í landskappingini, Mjølnir, spældi ímóti SÍ.

Tað var unga SÍ-liðið, sum legði betur fyri ímóti einum Mjølnir-liði, sum ikki formáddi sær nógv serliga fyrsta part av fyrsta setti. Tað bleiv tó tætt at enda, men SÍ vann tað 25-23 og legði seg á odda 1-0 í settum.

SÍ hevði tríggjar settbóltar til at økja til 2-0 í settum, men Mjølnir helt høvdið kalt og vendi settinum, og við 27-25 javnaðu tær til 1-1 í settum.

Mjølnir var omaná stóran part av triðja setti, men nú átti SÍ tørn at gera comeback - tær vunnu settið 25-22 og vóru harvið nú á odda 2-1 í settum. Her var tað serliga Juliia Kuvshinova hjá SÍ, sum var stórspælandi.

Í fjórða setti var Mjølnir aftur omaná, serliga takkað verið einari væl upplagdari Sofíu Purkhús Splidt, og hesaferð megnaðu tær at halda fast um leiðsluna og vunnu settið 25-22. 2-2 í settum, og nú var neyðugt við einum 5. og avgerandi setti.

SÍ legði fyri sum eitt ódnarveður í avgerandi settinum og kom á odda 3-0 áðrenn Mjølnir fótaði sær. Tað var tó ikki leingi, at Mjølnir var inni í settinum, tí her var SÍ á øllum. SÍ vann settið greitt 15-6 og við 3-2-finalusigri kunnu tær nú kalla seg steypavinnarar 2020.

Kl.16.00 verður steypafinalan hjá monnum spæld. Eisini í tí finaluni hittast Mjølnir og SÍ.

SÍ - Mjølnir 3-2(25-23, 25-27, 25-22, 19-25, 15-6)

##ms##