Sá einki óvanligt

Sven Erik Strandberg er flogskipari og basuleiðari hjá Atlantsflogi. Bert fáar minuttir áðrenn flogvanlukkuna lendi hann á flogvøllinum í Stord og við sama slagi av flogfari  BAE-146/200.

Sambært Strandberg vóru líkindini at lenda sera góð, tá vanlukkan hendi.
Tá hann hevði fingið sítt flogfar trygt og gott á flogvøllin vendi hann sær á, og sá føroyska starvsfelaga sín í luftini við 16 ferðafólkum umborð.
Vanlukku-flogfarið fór úr Sola kl. 6:47  sjey minuttir seinni enn ætlað. Tað skuldi millumlenda í Stord fyri at taka enn fleiri ferðafólk við.
Alt sá út til at ganga sum ætlað í eygunum á Strandberg, sum stóð og eygleiddi hvussu flogfarið nærkaðist asfaltinum á breytini.
- Hetta var ein heilt vanlig innflúgving og touchdown. Eg sá so einki óvanligt, sigur hann við VG Nett.
 
Eingin trupulleiki
Hann metti at alt gekk sum ætlað og snaraði sær síðani á. Men klokkan 7:35 kom ein flogterna rennandi og rópti um royk.
Tað vísti seg, at ein starvsfelagi hjá Strandberg hevði mist tamarhaldið á flogfarinum, sum var farið út av breytini.
Strandberg hevur sjálvur flogið við hesum flogførunum síðani 1991 og hevur aldrin havt nakrar trupulleikar við teimum.
Eftir hansara meting kundu allir flogskiparar havt lent í Stord, soleiðis sum floglíkindini vóru í morgun. Vøllurin var eitt sindur vátur, men tað var einki at tosa um.
- Tað er eingin trupulleiki at lenda uppá 500 metrar í dag, sigur hann.
Hann hevur heldur ongar møguligar frágreiðingar um, hví vanlukkan hendi.
Flogfarið brúkar hjólbremsur, spoilarar og flappar tá tað bremsar. Tað vendir ikki luftstreyminum øvugtan veg, sum onnur flogfør gera.