Venjarin hjá SÍ-kvinnunum, Jóhan Petur á Stongum, er sjálvandi ovurfegin um, at tað eydnaðist at taka greipuna í ár, nú føroyameistaraheitið eisini gjørdist veruleiki ? eina viku eftir at liðið vann steypakappingina.
Serliga fegnast hann um, at tað eydnaðist at fáa hetta frá hondini, so sleppast kundi undan at seta alt upp eftir enda í seinasta dystinum ímóti Drátti, samstundis sum aðrir dystur eisini kundu fingið ávirkan.
? Hetta var ordiliga deiligt, tí nú kunnu vit í friði og náðum bíða til 14. mars, tá vit spæla okkara seinasta dyst, sigur Jóhan Petur, sum hevur eina einfalda frágreiðing uppá, hví SÍ júst nú hevur eitt kvinnulið, sum tvey ár á rað megnar at vinna landskappingina og í ár eisini steypakappingina:
? Tær hava spælt saman altíð, líka frá tær vóru 12 ára gamlar, so tær kenna hvørja aðra. Nú eru tær so eitt ár eldri og hava enn fleiri royndir at halla seg til. Og í ár hevur liðið ment seg enn meira, tí allar hava tikið størri ábyrgd, nú Karin Mikkelsen ikki kom við fyrr enn eftir nýggjár. Hon fyllir nógv á liðnum og hevur fyrr gjarna verið tann, sum hevur staðið við endan, tá tað hevur staðið á, men nú hon ikki hevur verið har, eru hinar avgjørt vaksnar við uppgávuni.