B36 gleddi seg til samstarvið.
Liðið hevði skotið ov fá mál, og tað var ein roynd at loysa trupulleikan.
- Vit hava leingi hugt eftir einum áleypara, og tá hesin møguleikin vísti seg, ivaðust vit ikki at royna hann, segði Kristjan á Neystabø, sum var formaður í B36.
Tað eydnaðist hinvegin ikki serliga væl.
Søbstad spældi sjey landskappingardystir fyri B36. Framherjin skeyt einki mál.
Hansara avrik høvdu við sær, at høvuðsstaðarfelagið vildi ikki skriva nýggjan sáttmála við hann.
- Uppgávan hjá einum framherja er fremst av øllum at skjóta mál, og tað gjørdi eg ikki í B36. Tí skilji eg væl, at eg ikki slapp at halda fram, sigur Stig-Roar Søbstad.
B68 kunngjørdi í síðstu viku, at norski framherjin spælir á Toftum í 2011.
Fleiri orsøkir
Stig-Roar Søbstad kom til Føroya á sumri í 2009.
AB, sum hevði vunnið sær pláss í miðbólkinum á stigatalvuni, skrivaði á sínari heimasíðu, at liðið hevði fingið nýtt krút úr Noregi.
Søbstad, sum hevur eina fortíð í Molde, skeyt nógv mál fyri Korsvoll í næstbestu deildini í Noregi.
11 mál í 27 dystum fyri argjamenn vóru eisini nøktandi hagtøl, tá hann skifti til B36 í summar.
28 ára gamli framherjin sigur, at hann var nógv darvaður av skaðum og sjúku í B36. Tað gjørdi sítt til, at hann ikki spældi við fullari megi.
- B36 er eitt spennandi felag, og liðið var gott. Vit fingu hinvegin ov lítið burturúr. Ein stórur trupulleiki var, at vit ikki skutu mál, og tað var ein skylda, sum eg ikki greiddi, sigur Søbstad.
Hann og B36 vóru í samráðingum, men komu skjótt fram til, at teir góvust við samstarvinum.
Prógva sítt virði
Stig-Roar Søbstad fer at spæla við B68 næsta kappingarár.
Hann stórtrívist í Føroyum, og nú vil hann fegin prógva, at hann kann skjóta mál, hóast miseydnaða skiftið til B36.
- Eg eri framherji, og eg ætli mær at skjóta mál á Toftum. Vónandi eigi eg ein leiklut í, at vit fara at standa okkum væl, sigur Stig-Roar Søbstad, sum vil prógva sítt virði av nýggjum.
Navn: Stig-Roar Søbstad
Føðingardagur: 12. mars, 1982
Felag: B68
Pláss: Framherji
Mál/dystir: 36 dystir í Vodafonedeildini og 11 mál.