Norski áleyparin kom til AB í summarsteðginum í ár, og hann hevur víst seg sum ein framúr fongur hjá liðnum, ið ikki hevur tapt seinastu átta dystirnar í Vodafone-deildini.
Í AB fegnast tey sjálvandi um sáttmálan, og við heimasíðuna hjá felagnum sigur Stig Roar Søbstad, at hann eisini er sera væl nøgdur.
- Tað er umráðandi at man trívist væl og hevur eina góða tilveru, har mann er. Soleiðis er tað í AB, og her føli eg meg vælkomnan?, sigur Søbstad við www.ab.fo.










