Søbstad er aftur á Argjum

Norski framherjin, Stig-Roar Søbstad, fer nú aftur at spæla við AB, sum hann umboðaði í 2009 og 2010.

 

Stig-Roar hevur sjálvur ynskt at fara aftur til AB, og tað ynskja hvørki venjari ella nevnd at hindra honum í, skrivar heimasíðan hjá B68, sum framherjin hevur spælt við í hesum kappingarárinum.

 

Hann fór úr AB til B36 í summarsteðginum í fjør. Undan kappingarbyrjan í ár, skrivaði hann sáttmála við B68. Hann skjeyt trý mál í 13 dystum fyri toftamenn.

 

AB er nummar tvey í næstbestu deildini.

 

Mynd: Terji S. Johansen