Hóast Fleyr endaði hetta kappingarárið á bronsuplássinum fyri nøkrum vikum síðani, tá tað gjørdist greitt, at finalukjansurin ikki longur var til staðar, megnar havnarliðið framvegis at geva teimum ovaru liðunum dygga mótstøðu. Ikki minst í gjár, tá Fleyr kom á odda 2-0 í settum ímóti SÍ, áðrenn dysturin spakuliga vendi hinvegin.
Spælið hjá Fleyr var gott og varierað tey bæði fyrstu settini, tá hinvegin einki vildi bera til hjá SÍ. Serliga í álopsspælinum formáddu sørvingar sær lítið, og teir vóru í grundini á veg ímóti at tapa dystin, tá spælandi venjarin, Ragnar í Haraldsstovu, valdi sjálvur at koma inn.
Hann munaði beinanvegin væl frammi við netið, har hann blokkaði av lívsins kreftum – gjarna saman við Inga Ole-Jacobsen. Men fyrst var tað Jón Joensen, ið fekk givið álopinum slagkraft, tá hann mestsum beinanvegin í triðja setti rakti formin og gekk undan.
Líka so sannførandi, sum Fleyr hevði vunnið tey bæði fyrru settini, vann SÍ triðja og fjórða sett, og skuldi alt avgerast í fimta settinum. Her hevði SÍ eisini munin og vann, so enn er spenningur um, hvør av FM-finalistunum, Mjølnir ella SÍ, endar landskappinga ovast.