KVINNUFLOGBÓLTUR
Undan dystinum lógu trý lið jøvn í oddinum í bestu kvinnudeildiini við 12 stigum. Eitt av hesum liðunum er ÍF, sum í gjárkvøldið tók ímóti SÍ. Undan dystinum lá SÍ á fjórða plássi fýra stig aftanfyri oddaliðið, so tær kundu taka eitt stórt fet fram ímóti oddinum, um tær fingu ein sigur heim við av Kambsdali.
Javnt fyrsta sett
SÍ legði eisini sera hart út á Kambsdali ímóti ÍF. Tað var púra greitt, at tær vóru væl fyrireikaðar til dystin, og ikki gekk long tíð, so hevði SÍ lagt seg á odda heili 2-8. ÍF kom tó betur við í dystin, og løtu seinni høvdu tær minka um munin niður í 9-13, og so tók ÍF dik á seg. Næstu løtuna hevði ÍF eina sera góða periodu, og seint í settinum høvdu tær vunnið seg fram um 22-18. Nú sá gott út hjá ÍF, men so steðgaði upp. SÍ kom væl við aftur, og sørvágskvinnur vunnu at enda fyrsta sett 23-25.
Klassamunur
Var fyrsta sett javnt, so var gongdin ein heilt onnur í øðrum setti. Her setti SÍ seg veruliga á dystin, og ÍF hevði at kalla ongan møguleika. SÍ legði bragdliga fyri, og tær vunnu sær eina trygga leiðslu tíðliga í settinum. Tær høvdu sera góðar servar, sum løgdu stórt trýst á ÍF, og so var týðiligt, at tær vóru meir uppsettar til dystin. Harafturat var álopið sera gott og fjøllbroytt, og hetta skapti trupulleikar fyri annars sterku verjuna hjá ÍF. Her var stutt og greitt stórur munur á liðunum. Annað sett megnaði SÍ eisini at vinna. Úrslitið gjørdist 16-25.
Nú var støðan knappliga 2-0 til útiliðið, og nú sá ikki gott út hjá ÍF. Nú skuldi ÍF vinna restina av settunum, um tær skuldu hava møguleika at leggja seg einsamallar á odda í bestu kvinnudeildini. Men soleiðis bleiv ikki.
SÍ legði fyri sum eitt ódnarveður í triðja setti, og ÍF hevði ongan møguleika. Her var stutt og greitt klassamunur og liðunum henda dagin, og SÍ førdi allan vegin í triðja setti. Tær vunnu eisini ein knúsandi 14-25 sigur í hesum settinum, og so var liðugt á Kambsdali.
Hjá ÍF kann ikki sigast annað, enn at hetta var ein felags niðurtúrur. Allir leikararnir spældu illa, og tær høvdu ongan møguleika ímóti SÍ henda dagin. Hinvegin spældi SÍ ein sera góðan dyst. Alt riggaði hjá teimum, og tær vóru betri á øllum økjum. Servurnar vóru góðar, móttøkurnar lógu sera væl, og so høvdu tær eisini sera gott og fjøllbroytt álopsspæl, har allir leikararnir vístu stóra styrki. Annars kann leggjast afturat, at hevarin hjá SÍ, Annika á Stongum, spældi ein heilt ótrúliga góðan dyst. Hennara hevingar lógu sera væl, og hon vísti sannan landsliðsklassa í dystinum ímóti ÍF.
Sum heild ein tryggur sigur til SÍ, og um tær klára at halda fast um hetta spælið, so kunnu tær røkka heilt langt í ár.









