S&K í samhuga fyri knappa millión

800 túsund krónur beinleiðis úr lummanum. Hetta er tað, teir 600 limirnir í S&K higartil hava offrað fyri at sýna samhuga við fakfeløgunum í verkfalli

 

600 limir í felagnum fyri skrivstovu- krambafólk hava higartil rindað tvær daglønir úr egnum lumma, fyri at stuðla Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í sáttmálatrætuni.

S&K fór náttina til fríggjadagin í 24 tíma samhugaverkfall við einum so at siga tómum verkfallsgrunni, ið varð stovnaður fyri knøppum tveimum árum síðani. Og náttina til mánadagin tóku limirnir í S&K upp aftur verkfallið.


Eingin dagpeningur

Avgjørt er, at limirnir ikki fáa pening úr soltna verkfallgrunninum, um tey í verkfallsdøgunum ikki eru beinleiðis úti og stuðla verkafeløgunum í verkfalli við blokadum og øðrum. Og sambært forkvinnuni í S&K hava limirnir enn ikki verið úti á barrikadunum.

Sotatt hava tey sekshundrað skrivstovu- og krambafólkini higartil rindað knappar 1.300 krónur í part í suðuli til verkafólkini. Hetta er tilsamans ein upphædd, ið nærkast 800 túsund krónum, ið beinleiðis kunnu roknast sum gáva til Ingeborg Vinther og Vígdis Johannesen saman við limum teirra.


Halda møguliga á

Leila Zachariassen, sum er forkvinna í S&K, vil ikki siga, hvussu leingi felagið ætlar at vera í samhugaverkfalli við verkafeløgunum.

? Vit vóru fyrst í einum 24 tíma samhugaverkfalli. Men verkfallið, vit nú hava lýst, er ikki avmarkað til 24 tímar. Vit ætla okkum at lýsa, nær vit fara til arbeiðis aftur. Men eg fari ikki at siga nú, nær tað verður, sigur Leila Zachariassen.