Av tí at flest allar gerandisvørur hækka í prísi, kemur meira og meira mvg inn í landskassan. Hetta heldur S & K felagið eigur at koma løntakarunum til góðar
So hvørt tað verður dýrari at keypa inn, verður trístið á lønarlagið hægri. Tí skil hava longu verið fleiri krøv frá ymsum fakfeløgum um at hækka lønirnar - tí prísir á gerandisvørum eru hækkaðir.
- Tað er vælskiljandi, tí tann lønarhækkan, sum lønmóttakarin fekk við seinastu lønarsamráðingarnar, standa ikki mát við hækkaðu prísirnar á gerðandisvørur, sigur Pætur Niclasen, formaður í S & K felagnum.
Hann sigur, at mótsøgnin í hesum er, at meðan reallønin hjá tí vanliga lønmóttakaranum minkar meira og meira, fær landskassin meira og meira inn av MVG inntøkunum, vegna teir hækkandi prísirnar á gerandisvørunum.
Tað hevið gjørt nógv størri mun hjá lønmóttakaranum, um MVG bleiv sett niður og møguliga avtikið av ymiskum vørum, so sum mjólk, frukt, grønmeti og breyðið.
- Tilmælið hjá S & K felagnum í hesum málið er at MVG verður sett niður á nøkrum neyðsinja vørum, so sum rugbreyðið, blæum umframt vistfrøðiligum vørum, og at MVG verður avtikið heilt av heilsugóðum vørum, so sum mjólk, frukt og grønmeti, sigur Pætur Niclasen, formaður í S & K felagnum.