SÍ hevur nú aftur lagt seg í oddin í meistaradeildini hjá monnum.
Leygardagin vitjaði ÍF, og fyri báðar partar ráddi her um at fáa stigini, so tey kundu fylgja við Mjølnir í oddastríðnum.
Og talan gjørdist um sera spennandi dyst. Men við settúrslitunum 22-25, 25-23, 23-25, 25-18 og 15-9 gjørdist tað at enda SÍ, sum otaði seg í oddin.