Nú er lív aftur komið í Rytmiska Kórið í Hoydølum. Eftir at kórið mest sum bara hevur tikið sær av vælumtóktu sangleikunum seinastu árini, og ikki havt orku til nógv meira, ljómar kórsangurin frá ungu røddum. Seinastu dagarnar hevur kórið tikið kórsang upp til Kringvarpið. Talan er um kantatuna ?Boð og birting?, sum Eyðun Sørensen og Karsten Hoydal skrivaðu til vígsluna av nýggja studentaskúlanum í Hoydølum í 1966.
Ein av sangunum í kantatuni munnu flestu fólk kenna nevnliga ?Landið eg bar við mær?, sum vanliga verður sungin við lagi eftir Hans Jákup Højgaard. Men kórið syngur kantatuna við løgunum hjá Eyðun Sørensen.
Rytmiska Kórið í Hoydølum hevur konsert komandi sunnudag 15. mai kl. 16.00 í samkomuhøllini í Hoydølum. Hans Pauli Tórgarð er kórleiðari. Her verður brot úr kantatuni framførd. Kórið leggur tó dent á rútmiskan tónleik innan fleiri sjangrur, við solistum. Eisini verða framførslu saman við jazz/fusion bólkinum A Blue Journey. Bólkurin fer eisini at hava sjálvstøðugar framførslur.
Hesum boðar Studentaskúlin frá í dag.