Rytan sigldi við 2400 ferðafólkum á ovastevnu

- Hetta er tað mesta, eg veit um, at Rytan hevur siglt við eitt vikuskifti, sigur Dánjal Húsgarð, skipari.

Bygdastevna

Neyvan nakrantíð áður hevur so nógv fólk verið í Nólsoy eitt vikuskifti, sum seinasta vikuskiftið, tá ið ovastevnan varð hildin í fagrasta summarveðri.
Dánjal Húsgarð, skipari á Rytuni, sum røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð, sigur, at hann loysti av á middegi síðsta fríggjadag, sum tey fyrstu tiltøkini á stevnuni fóru av bakkastokki út á seinnapartin og kvøldið.
- Frá tí, eg kom umborð og til seinasta túr sunnukvøldið, fluttu vit ikki færri enn 2400 ferðafólk um Nólsoyarfjørð, og tað er ?enormt?, sum hann tekur til.
Hann sigur seg ikki vita um, at Rytan nakrantíð áður hevur siglt við so nógvum ferðafólkum eitt vikuskifti.
- Tað er so ikki hent í mínari tíð umborð á skipinum, leggur hann aftrat.


Nógv fleiri
enn í fjør

Dánjal sigur, at á ovastevnu í fjør, sum var metár í ferðafólkatali til og úr Nólsoy, sigldi Rytan við umleið 1200 fólkum, men hesaferð var talið tvífalt so stórt.
Sambært ferðaætlanini um stevnuna, vórðu sjey túrar lýstir at verða leygardagin og sunnunáttina, men hetta var ikki nóg mikið til tann nógva flutningin, ið var.
- Tá ið vit eru fýra mans umborð um summarið, hava vit loyvi at sigla við 125
ferðafólkum, men tað hendi fleiri ferðir, at øll, sum bíðaðu á bryggjuni, ikki sluppu við; tá sigldu vit nýggjan túr, soskjótt lýsti túrurin var sigldur.
Dánjal sigur, at neyðugt var at skifta manning, tá ið leið út á sunnunáttina, tí manningin, sum var umborð, hevði ikki loyvi at sigla meira.
- Vit hava ikki loyvi at sigla longur enn eitt ávíst tímatal; tí kom nýggj manning umborð á Rytuna at loysa av sunnunáttina, sigur hann.


Alt gekk væl

Skiparin sigur, at tað gekk ógvuliga væl at flyta fólk um Nólsoyarfjørð á ovastevnu, tá ið havt verður í huga, hvussu stórur flutningurin í veruleikanum var.
- Fólk vóru ógvuliga góð at fáast við, og vit høvdu so gott sum ongar trupulleikar á túrunum. Onkur einstakur royndi at snýkja seg umborð eftir, at skipið var fult, men viðkomandi fekk at vita, at tað bar ikki til. Vit taldu ferðafólkini hvønn túrin og hildu okkum nágreiniliga til loyvda talið.
Dánjal sigur, at ein maður, sum kom umborð í Havn, var bera máling um hendurnar og hevði klínt máling uppí setrini.
- Tað kundu vit ikki lata um okkum ganga, sigur hann.
Skiparin leggur dent á, at manningin annars ongar trupulleikar hevði av metstóra flutninginum á ovastevnu.
- Tað vóru minni enn so øll, sum fóru út til Nólsoyar at ballast. Í fleiri førum var talan um foreldur við børnum, sum fóru út um fjørðin og steðgaðu nakrar tímar, áðrenn tey fóru innaftur á meginlandið, sigur Dánjal Húsgarð.