Ryssur til undirlívskanningar

Í næstum verður møguligt at fáa ryssur kannaðar, sum skulu til greðing í summar.

Í næstum verður møguligt at fáa ryssur kannaðar, sum skulu til greðing í summar. Tað er felagið Føroysk Ross, sum skipar fyri kanningunum.

 

Seinastu tvey árini hevur Felagið Føroysk Ross staðið fyri tiltakinum "Summer of Love", sum hevur til endamáls at bøta um alingina av føroyskum rossum. Ein týdningarmikil partur av tiltakinum hevur verið at kannað og viðgjørt ryssur fyri trupulleikar í lívmóðurini.

 

Og sigast má, at átakið gevur úrslit. Ongantíð eru so nógv føroysk fyl komin undan, sum seinastu tvey árini.

 

Nú fer Felagið Føroysk Ross undir ársins átak, og bjóðar tí øllum rossaeigarum at fáa tikið royndir av ryssum, sum skulu til greðing í summar.

 

Komandi vikuskiftið verður skipað fyri djóradøgum í Havnadali, og tá verður høvi at síggja hvussu djóralæknin ger hesar undirlívskanningar. Jórun Sumberg Olsen, djóralækni, fer at taka royndir av trimum Føroyskum ung-ryssum sum fara fyrstu ferð til greðing í ár.