Rynkeby nærkast París

Ferðin hjá føroysku súkklarunum úr Team Rynkeby nærkast nú endanum, nú franski høvuðsstaðurin Paris skjótt er í eygsjón. Eftir ætlan koma føroysku súkklararnir til París í morgin.


Í gjár komu tey á mál í belgiska býnum Gosselies Charleroi, har starvsfólk úr føroysku sendistovuni møtti teimum við sjokolátu.


Í løtuni er føroyska liðið statt miðskeiðis millum Lille og Paris, men hóast tey nærkast franska høvuðsstaðnum, so verður tann síðsti teinurin á drúgvu ferðini úr Danmark til Fraklands goymdur til í morgin.