Rýmdu frá óhappi og Beinta fekk upptakið

Beinta Jógvansdóttir hevði einki við óhappið at gera, men endaði at standa við øllum upptakinum, tí fólkini, sum høvdu rent á seyðin, rýmdu bara

Leygarkvøldið endaði ikki heilt sum ætlað hjá 29 ára gomlu Beintu Jógvansdóttir úr Saksun. Hon var á veg til Havnar, men stødd millum Sund og Hjalla sær hon, at tað standa nakrir bilar mitt á vegnum.


- Eg síggi beinanvegin, at har er okkurt áfatt. Tá eg komi nærri, síggi eg, at ein seyður liggur og sprellar mitt á vegnum. So eg steðgi sjálvandi bilinum og fari út at vita, um eg kann hjálpa, greiðir Beinta frá.


Longur frammi á vegnum standa fólkini úr bilinum, sum hevur rent á seyðin. Hesi eru upptikin av bilinum og kanna, um hann hevur fingið nakran skaða. Tí fer Beinta beint til seyðin.


- Eg fari so og hyggi upp á ærina, sum liggur og stríðist við stórum skaða mitt á vegnum. Men har er einki at gera, fortelur Beinta, sum tí mátti svæva ærina.


Hetta ger Beinta, meðan ein bilur fyri og annar eftir strýkur framvið.


- Har var eisini ein rúgva av óruddi og billutum á vegnum. Tað kundi skjótt hent, at onkur annar bilur rendi á antin seyðin ella óruddi, sum lá á vegnum. So eg dragsi ærina og tað ringasta óruddi vekk, sigur Beinta, sum altso ongan lut átti í óhappinum, men bara steðgaði, tí hon sá, at okkurt var áfatt.


- Best sum eg havi fingið lívið av neyðardýrinum, og skal fara at tosa við tey, sum hava rent á seyðin, síggi eg, at tey eru farin avstað. So har stóð eg við upptakinum av teirra kleyvarskapi, sigur Beinta, sum er púra spyrjandi yvir slíkan atburð.


- Tað er langt úti at rýma av staðnum soleiðis. Eitt er seyðurin, tey hava rent á. Men at seta onnur í vanda á handa hátt, við ikki at taka upp eftir sær, tað er púra burturvið, heldur Beinta Jógvansdóttir.


Eisini á løgreglustøðini í Havn undrast tey yvir slíkan atburð.


- Tað er púra ábyrgdarleyst og vit hildu, at hetta hoyrdi eini farnari tíð til, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

- Eg var glað fyri, at eg dugdi at svæva. Men eg má siga, at eg varð skelkað av, at fólkini bara fóru avstað. Tað kundi jú eisini hent, at eg hevði fingið skaða, men tey ikki so frægt sum spurdu. Fóru bara avstað, sigur Beinta og undrast.