Rýmdi frá ferðsluóhappi - skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

Bilførari rýmdi av staðnum eftir at hava koyrt út av vegnum – og løgreglan fekk illgruna um rúsdrekkakoyring

Tíðliga gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at bilur var farin út av vegnum í Kollafirði, og at eingin bilførari var á staðnum.

Løgerglan fór á staðið og kannaði bilin. Har funnu teir okkurt í bilinum, sum ikki átti at ligið har, og sum gav teimum illgruna um, at her var talan um rúsdrekkakoyring. Løgreglan fann eisini okkurt við navni á, og tí hevði løgreglan góð spor at ganga eftir.

Vaktahavandi sigur, at hetta fór við fitt av tíð hjá løgregluni í gjár, men endin var, at tey funnu persónin, sum varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Tað er hann, tí løgreglan fann hann, áðrenn seks tímar vórðu lidnir síðani ferðsluóhappið, sum tí kom undir sekstímarregluna.

Blóðroynd varð tikin, sum fer at vísa, hvussu nógv alkohol førarin hevði í blóðinum.