Ryanair roknar við milliarda halli vegna korona

Eftir eitt ár við yvirskoti roknar Ryanair við at missa nógvar pengar fyrstu mánaðirnar í ár vegna koronakreppuna.

Koronakreppan fer at kosta Ryanair nógvar pengar.

Í fyrsta ársfjórðingi av skeiva roknskaparárinum 2020/21 roknar lágprísflogfelagið við at missa 200 milliónir evrur, slaka 1,5 milliard krónur.

Tað upplýsir felagið í morgun í sambandi við ársroknskapin fyri 2019/20.

Fyri 2019/20 kann Ryanair fegnast um eitt yvirskot upp á nakað oman fyri eina milliard evrur – ella 7,5 milliardir krónur.

/ritzau/