Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur havt stóra framgongd, síðani tað fór undir flúgving í Noregi, og leiðslan ivast ikki í, at vøksturin fer at standa við. Ryanair væntar, at flogfør felagsins fara at flyta 2,6 milliónir fólk til og frá norskum flogvallum í ár, og tað er hálva aðru ferð meiri enn í fjør. Nú ætlar felagið at fara undir nýggjar rutur millum Noreg og Italia, Frakland, Bretland og lond í Eysturevropa. Ryanair varð stovnað í 1985. Í dag hevur felagið meiri enn 950 rutur millum 151 flogvallir í 26 evropeiskum og norðurafrikonskum londum. Í fjør flutti felagið 66 milliónir ferðafólk.










