RVP: Dómarin var ein ?joke!?

Robin van Persie var í øðini eftir dystin móti Barcelona í gjár. Hann fekk sítt seinna gula kort eftir at sparka bóltin eftir, at dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu. - Domarin er ein ?joke!? Tað eru 95.000 áskoðarar í hoppa og rópa, hvussu kann eg hoyra dómarin bríksla? Dómarin var ímóti okkum allan dystin og eg skilji ikki hvussu hann hevur fingið hendan dystin, segði ein óður Robin van Persie við Sky Sports eftir dystin.

 

Sky Sports fekk tað til, at tað gekk eitt sekund frá tí at dómarin bríkslaði til at Robin van Persie sparkaði til bóltin. Tá var støðan 1-1 og Arsenal var á odda samanlagt.

 

- Við støðuni 1-1 var alt at spæla fyri, men reyða kortið fekk ein stóran týdning fyri dystin. Vit kenna okkum snýttar, segði Robin van Persie víðari.

 

Robin van Persie var útvístur góðar tíggju minuttir inn í seinna hálvleiki.

 

Tølini vístu tó, at Barcelona hevði yvirvágina í dystinum. Meðan Barcelona hevði tjúgu royndir á mál, so hevði Arsenal onga roynd á mál.