Úrvalsliðið tikið út

Nú eru úrvalsliðini tikin út, sum skulu møta landsliðunum í eini kapping í høllini á Hálsi 2. jóladag

HONDBÓLTUR

Landsliðsvenjararnir í hondbólti hava tikið út ein hóp av landsliðsleikarum, sum skulu hava tvær venjingar í millum jól og nýggjár. Í hesum sambandi hava venjararnir og sosialurin gjørt avtalu um, at ein kapping skal vera í høllini á Hálsi 2. jóladag.
Landsliðsvenjararnir seta tvey lið av teimum leikarum, sum teir hava tikið út til landsliðsvenjing, meðan sosialurin tekur út tvey úrvalslið, sum skulu møta báðum landsliðunum.
Annað úrvalsliðið er samansett av leikarum úr høvuðsstaðarfeløgunum, meðan hitt liðið er samansett av leikarum úr VÍF, KÍF og StÍF. Við hesi kapping fáa landsliðvenjararnir eisini høvi at síggja teir leikarar, sum ikki eru við í landsliðshópinum á hesum sinni. Tað vil siga, at flestir føroyskir hondbóltsleikarar nú fáa ein møguleika at sleppa inn í landsliðshitan.
Kappingin byrjar 2. jóladag kl. 14.00, og hon varar í á leið 4 tímar.