Øðrvísi tiltak í Deep í annaðkvøld

Tað verða ikki tær vanligu rútmirnar, sum fara at tóna í Deep í miðbýnum í Havn í annaðkvøld Ì annaðkvøld klokkan 20 verður skipað fyri einum ókeypis ungdómstiltaki, sum nevnist ?Jesus í Deep? í Deep í miðbýnum í Havn.

 

Brandur Poulsen og Dánjal Joensen eru millum høvuðsfyrireikarnar av tí serliga tiltakinum, og teir siga, at tey vilja møta ungdóminum í Deep, fyri at fáa eitt gott prát um lívsins stóru spurningar. Fólk eru hjartaliga vælkomin at gera viðmerkingar og seta fyrireikarunum spurningar, verður sagt frá fyrireikarunum.

 

Á skránni verður nógvur sangur, onkur framborin boðskapur, og til ábit verður kaffi og vafflur.