Øðrvísi tónleikaferð við Jens Marna

Fríggjakvøldið verður Leikalund karmur um fyrstu konsertina á fyrstu summarstevnuni í 2009.

Kl. 21 fer nevniliga kendi tónleikarin úr Kollafirði, Jens Marni Hansen at stíga á pallin í Spaniastovu í elstu handilshúsinum í Klaksvík.

Hann hevur áður hitað upp fyri heimskenda tónleikaran, Bryan Adams, tá hesin vitjaði í Havn í fjør. Á Norðoyastevnu í ár fer hann at hita norðoyingar og stevnugestirnar upp við frálíka tónleiki sínum.

Jens Marni fer í kvøld at framføra løg av fløguni ”The right way” og annars tónleik sum hevur givið honum íblástur. Undir tiltakin fer Kafé Leikalund at bjóða leskiligt ábit.