Rithøvundurin Laura Trenter og fotografurin Katrin Jacobsen hava gjørt eina heldur øðrvísi krimibók fyri ung. Í bókini, sum hevur heitið "Myndabókin", verða fotomyndir nevniliga blandaðar upp í loysnina av málinum, men mangan ørkymla tær meir enn at gera nakað greiðari. Fotomyndirnar eru prentaðar í bókini, og so kann lesarin sjálvur royna at vita, hvussu gátuføru myndirnar kanska kunnu uppklára løgna málið, sum ríður Gilbert sum ein marra.
Hann hevur nevniliga altíð vitað, at okkurt løgi er á ovastalofti. Líka síðani pápin doyði, hevur hatta loftið bæði lokkað hann og gjørt hann bangnan. Gilbert kennir á sær, at um tað er nakrastaðni, hann hevur ein møguleika at fáa meir at vita um pápin, so er tað uppi á ovastalofti.
Ein dagin byrjar okkurt løgið at henda. Ein gátufør ketta kemur fram allastaðni, har tað tykist ógjørligt at koma fram, og ein gomul omma tykist at kunna lesa tankar.
Og knappliga finnur Gilbert myndabókina hjá pápanum. Men okkurt er við myndunum, sum ikki er, sum tað eigur at vera. Gilbert kann bara ikki koma á, hvat tað er ... og nú er tað, at lesarin má hjálpa honum.
Krimisøgurnar hjá svenska høvundanum Laura Trenter eru væl dámdar millum børn og ung í svøríki. Nú fáa so eisini føroyskir lesarar høvi at kanna, hvat tað er við hennara søgum, sum hugtekur. Tað er Jón Joensen, sum hevur týtt bókina til føroyskt, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.