- Hetta er ein øðrvísi kensla enn í 2006. Tá høvdu vit ikki roynt at verið í tí støðuni fyrr og vit mistu fleiri í seinastu umførinum. Tað var einki serligt. Hetta sum hendir í dag kann eg betri venja meg við, sigur Egil á Bø.
Miðverjin ásannar, at tað stóð nógv á í fyrra hálvleiki og at tað nokk ikki var uppiborið at heimaliðið var á odda í hálvleikinum.
- Vit lata okkum trýsta ov nógv og eri eitt vet ov bangnir í onkrum støðum. Teir hava tveir risa møguleikar, sum teir so brenna, men vit skulu verða glaðir fyri at vit vóru á odda í hálvleikinum. Tað var nokk ikki uppiborið, men vit hava ein áleypara, ið skorar, sigur Egil á Bø.
- Vit koma betri frá tí í seinna hálvleiki, sjálvt um vit aftur laa okkum trýsta eina løtu, sigur Egil á Bø víðari.
Aldursforsetin á liðnum hevur fyrr roynt seg sum framherja, men hann hevði ikki hug at skifta pláss við Arnbjørn, tá hesin ikki megnaði at økja um leiðsluna.
- Nei, tað hugsi eg slett ikki, tí Arnbjørn er ikki ein góður verjuleikari, sigur Egil flennandi og heldur fram.
- Arnbjørn kemur altíð til møguleikar og hann skal eisini hava lov til at skjóta uppum við hvørt. Tað eru ikki nógvir menn, ið hava skotið so nógv mál yvir so langa tíð. Hann er ein ótrúligur maður at hava á liðnum, sigur liðskiparin.
Egil á Bø er eftir hondini blivin 38 ára gamal, men hevur ikki tikið avgerð um hann spælir komandi ár.
- Vit hava tilvita ikki tosa so nógv um tað, tí vit hava bara hugsað um kappingina. Hitt kunnu vit taka um eina viku ella tvær, sigur hann.
Egil á Bø ásannar, at ÍF hava verið sterkir og kundu havt vunnið um teir komu í gongd eitt sindur fyrr.
- Vit liggja nummar eitt, so óuppiborið er tað ikki at vit vinna FM, men tað var nær við at ÍF vann. Eg haldi at EB/Streymur og ÍF eru tey bestu liðini. Serliga í seinnu hálvu av kappingini haldi eg at ÍF hava verið sterkir og komu teir í gongd nakað fyrr, so vóru tað kanska teir, ið vunnu, sigur Egil á Bø at enda.










