Øðrvísi innlegging

Skemt

Tað ljóðar helst meira dramatiskt, enn tað í veruleikanum var, tá ið Sosialurin fyri nøkrum vikum síðani skrivaði um eitt óhapp og eina innlegging á Landssjúkrahúsinum. Ikki tí, tað kann verða, at vit royna at misskilja við vilja – men lat okkum so bara gera tað.

Sosialurin skrivaði soleiðis:

Ein maður á motorsúkklu var sunnukvøldið lagdur inn á Landssjúkrahúsið, eftir at hann hevði rent á ein bil.

Vit mugu bara siga, at tað ivaleyst hevur verið ein øðrvísi innlegging, tá ið maðurin – á motorsúkkluni – varð lagdur inn. Tað hevði ivaleyst verið lættari, um motorsúkklan var løgd til viks, áðrenn hann varð innlagdur – men kanska var orðingin í Sosialinum bara eitt sindur óheppin.