Vanligt er at fara í kirkju sunnumorgun, men nú verður møguleiki at fara í kirkju í kvøld á Glyvrum. Her letur nevniliga tann sonevnda ?NÁTTARKIRKJAN? dyrnar upp í Glyvra kirkju.
Náttarkirkjan, ið er ein øðrvísi og eksperimenterandi kirkja, vendir sær til ungdómin, men øll áhugaði eru vælkomin.
Tað verður sangur, tónleikur, andakt, bønargonga og altargangur undir gudstænastuni.
Høvið verður at tendra ljós í teirri serstøku ljóskolbuni. Ein náttcafé verður í forkirkjuni.
- Náttarkirkjan á Glyvrum byrjar kl. 21, upplýsir sóknarpresturin, Meinhard Bjartalíð.










