Leif Niclasen hevur av álvara bitið seg fastan á besta liðnum hjá EB/Streymi í ár.
– Eg havi fingið kjansin av álvara undir Sigfríður, so tað hevur sanniliga gingið skjótt í ár, tá eg longu nú skal møta Manchester City, sigur Leif, sum er ovurfegin um lutakastið.
Undanfarin ár hevur Leif spælt mest á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, men nú skal hann upp í móti heimstjørnunum hjá Manchester City.
– Hetta verður heilt víst nakað annað enn at spæla móti HB og Jákup á Borg, flennir Leif.
Leif er gamal áleypari, men hevur spælt á vinstra bakki í ár, har hann hevur gjørt tað væl. Nú skal hann møguliga spæla yvirfyri Micah Richards.
– Hann er eitt tað størsta talentið í enskum fótbólti í longri tíð, so tað verður øgiliga spennandi, heldur Leif, sum í verjustøðu eisini skal ansa eftir Darius Vassel, Benjani, Bojinov og øðrum. Kortini er ungi norðskálamaðurin ikki bangin.
– Bangin eri eg ikki, men eg má viðganga, at eg eri øgiliga spentur, sigur Leif, sum fylgir væl við í enskum fótbólti. Spurdur, um hann nakrantíð frammanfyri sjónvarpinum ein leygardag hevur hugsað, at hetta vóru leikarar, hann skuldi spæla ímóti, svarar Leif soleiðis:
– Sum EB/Streymari havi eg trú, at tað var ógjørligt. Einasti møguleikin fyri tí var, um man bleiv seldur til eitt felag uttanlands. Men nú møta vit so teimum, hóast oddsini fyri tí vóru so lítil, sigur Leif Niclasen.
Myndatekstur:
– Bangin eri eg ikki, men eg má viðganga, at eg eri øgiliga spentur, sigur Leif