Tað er Kolding Designskole, sum hevur tikið stig til framsýningina. Við á framsýningini eru 11 sniðgevar, m.a. føroyska Katrina í Geil, sum hevur tikið útbúgving frá Kolding Designskole.
Umframt bundin pløgg verða eisini ymiskir lutir sýndir fram, sum vit her heima kanska ikki seta í samband við binding. Her er gott høvi hjá øllum, ið hava áhuga fyri sniðgeving og binding at fáa íblástur.
Kurator av framsýningini er Helene Jensen, ið dagliga starvast á Kolding Designskole.
Fernisering verður fríggjadagin 6. mars klokkan 17. Framsýningin er opin til og við 14. apríl.