Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali eru í grikska høvuðsstaðnum, Athen í strembanini eftir at skriva íslendska hondbóltssøgu.
Valur vann á heimavølli í høllini í Hliðarenda í Reykjavík 30-26 (14-14) á Olympiacos í fyrru finaluni í European Cup.
Í annaðkvøld skal Valur frammanfyri 5.000 larmandi grikskum áskoðarum royna at verja leiðsluna frá tí fyrra dystinum.
Eydnast tað Vali at vinna samanlagt verður tað fyrstu nakrantíð, at eitt íslendskt felagslið vinnur eina evropeiska kapping.
13 altjóða veddingarfyritøkur hava Olympiacos sum favoritt til at vinna dystin í kvøld.
Miðaloddsini upp á sigur til Olympiacos eru 1,54. Miðaloddsini upp á sigur til Val eru 3,00.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu fylgja gongdini. RÚV 1, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum vísir dystin beinleiðis.
Dysturin byrjar klokkan 18, og sendingin á RÚV 1 byrjar klokkan 17.40.
Her sæst ein mynd av høllini hjá Olympiacos:
##med2##