Rutt Mikkelsen sýnir fram í Føroyahúsinum

Næstsíðsta sunnudag lat Rutt Mikkelsen upp framsýning í Føroyingahúsinum í Vesterbrogade í Keypmannahavn

Næstsíðsta sunnudag lat upp framsýning í Føroyingahúsinum í Vesterbrogade í Keypmannahavn, har Rutt Mikkelsen sýndi fram 38 verk við heitum frá listastílinum kubistiskt portret, kubistiskt landslag, abstrakt landslag. Allir málningar eru í akryl. Fernisering var frá klokkan 14-18, har nógv fólk komu á gátt.

 

Rutt Mikkelsen er fødd og uppvaksin á Skála í Eysturoy. Upprunaliga er hon bankaútbúgving. Hon hevur búð í Danmark í 20 ár og fór so smátt at taka kvøldskúlaskeið í máling fyri fimm árum síðani – og varð bitin av tí.

 

– Tá maður mín í 2011 fekk boðið starv sum manningarstjóri hjá einum reiðaríi í Dubai, gjørdi eg av at fara við og gera mær dælt av møguleikanum og fann ein listaskúla, Lotus Educational Institute, www.lotus.ae við iranskum lærarum.

 

Hetta var mín avgjørt fysta soloframsýning. Eg havi verið við til onkrar smærri framsýningar í  Dubai og á eini ólavsøkuframsýning, sum Lions skipar fyri í Havn. Eg eri nýggj á økinum, men eri sera bitin av tí.

 

Framtíðin: Eg havi fulltíðarstarv sum leiðari av roknskapardeildini á Det Humanistiske Fakultet, á Keypmannarhavnar Lærda Háskúla, og tað eri eg ógvuliga fegin um, men eingin ivi er um, at eg havi ætlanir um at menna meg meira, soleiðis at hetta kann gerast ein enn størri partur av lívi mínum.

 

Framsýningin hongur í Føroyahúsinum til 4. apríl.

 

Rutt Mikkelsen hevði longu selt 13 verk, áðrenn framsýningin var liðug.

 

Meira sæst á www.ruttart.com

 

Orð og myndir: Roland Thomsen