Ruth Vang: Eg fekk sum nevan á kjaftin

Eg føldi, at tað var komin glið á samráðingarnar, tá tað brádliga komu ultimativ krøv frá sjúkrarøktarfrøðingunum.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað segði Ruth Vang úti í Tinganesi, tá umboð fyri 31 fakfeløg handaðu henni eina yvirlýsing um samráðingarnar.

– Í síðstu viku sat eg sjálv við borðið. Og eg upplivdi, at tað kom glið á samráðingarnar, vit fluttu okkum, felagið flutti seg, eg byrjaði at uppliva at partar byrjaðu at síggja hvønn annan.

– Tí fekk eg sum nevan á kjaftin leygardagin. Eg fái handað eitt skriv við ulitmativum krøvum, sum førdi okkum longri frá semjuni, enn vit nakrantíð høvdu verið ta vikuna, segði Ruth Vang, sum ikki var sørt firtin á málinum.

– Og tað eri eg sera sera hørm um, segði hon. 

– Lat meg siga tað einaferð enn: Eg havi bara eitt amboð, og tað er at samráðast. Og tá ið eitt ultimatum liggur á borðinum, ja, so fái eg ikki gjørt serliga nógv. Og tí er tað upp til felagið í løtuni, um samráðingarleisturin skal verða ein møgulig loysn, segði Ruth Vang við umboðini fyri tey 31 fakfeløgini, sum møttu í Tinganesi.

 

 

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum Mynd: Bjarni Árting Rubeksen