Ruth Smith fylti Listasavnið

LIST



Nógv fólk var komið saman í Listasavni Føroya fríggjadagin, tá framsýningin við verkum eftir Ruth Smith læt upp. Framsýningin læt upp kl. 16, og tað var skjótt at stóra høllin í Listasavninum fyltist so nógv, at summi noyddust at standa í gongini, meðan tónleikarar spældu nøkur klassisk verk.
Helgi Fossádal, savnsleiðari, segði nøkur orð, og Dagmar Warming, sum just hevur latið bókaverk um Ruth Smith,. greiddi frá um málaran, sum hon sjálv kallar ein av størstu koloristum og andlitsteknarum.

MYDATEKSTUR

Hanna Smith, systir Ruth Smith, heilsar Leif Nielsen, eldra soni Ruth Smith. Bæði búigva í Danmark. Yngri sonurin, Louis, býr á Svalbard og fekk ikki verið við til ferniseringina