Og landsstýrið hevur enn ikki fingið bilbugd við haldførinum í búskapinum, segði Ruth Vang í Degi og Viku í gjárkvøldið.
At landsstýrið hækkar pensjónsaldurin til 70 er loysir helvtina av haldførisavbjóðingini í búskapinum, sigur Búskaparráðið. Tað vil siga, at Løgtingið skal gera eins víðfevnd tiltøk, sum tað at hækka pensjónsaldurin við trimum árum – tað kann so vera sparingar í almenna geiranum, ella inntøkuhækkingum hjá landskassanum á einhvønn hátt, sum svarar til, at allir føroyingar skulu vera trý ár meira á arbeiðsmarknaðinum.
Tá fíggjarkarmnir vórðu lagdir fram í gjár segði Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at landsstýrið ætlar at gera átøk fyri 55 milliónir krónur um árið, og at framskrivaða hallið á fíggjarlógini verður 252 milliónir krónur næsta ár.