Ruth og Mads vunnu Fitness Føroyar

Myndir frá FM í fitness

Ruth Poulsen og Mads Hentze vunnu í kvøld FM í fitness, sum var í høllini á Hálsi. Í gjár vann Bjarni Nielsen Føroya Sterkasti Maður 2016.

 

Les eisini: Nu fari eg á landssjúkrahúsið

 

Hjá kvinnunum var talan um Bikini fitness. Her vann Ruth Poulsen frammanfyri Elisabeth Vang. Vinnarin í fjør, Linda Olivarsdóttir Andreasen, bleiv nummar trý, meðan Torgerð Dam belvi nummar fýra.

 

Hjá monnunum var talan um kapping í Man's Physique. Her vann Mads Hentze rímiliga greitt, meðan Brestir Mikkelsen bleiv nummar tvey. Síðani komu Vilmar Mouritsen á triðja plássi og Steinar W. á Tórgarði á fjórða plássi.

 

Jákup Jacobsen, sum saman við Jákup Súna Berg er fyriskipari av FSM og Fitness Føroyar, sigur at alt hevur spælt væl av um vikuskiftið.

 

Bikini

1 Ruth Poulsen

2 Elisabet Vang

3 Linda Olivarsdóttir Andreasen

4 Torgerð Dam

 

Man's Physique

1 Mads Hentze

2 Brestir Mikkelsen

3 Vilmar Mouritsen

4 Steinar W. á Tórgarði