Við einari atkvøðu í meiriluta varð Ruth Heilmann í dag vald til formann í grønlendska Landstinginum Ruth Heilmann er úr Siumut, og tað vóru atkvøðurnar hjá samgonguflokkunum Siumut og Atassut, sum tryggjaðu henni formanssessin.
Ruth Heilmann fekk eina atkvøðu meiri enn hitt valevnið, Josef Motzfeldt úr IA, sum IA og demokratarnir høvdu stillað upp.
Ruth Heilmann er fyrsta kvinnan í formansembætinum hjá Landstinginum. Hon tekur við eftir floksfelagan Jonathan Motzfeldt, sum legði frá sær í vikuni, eftir at hann er meldaður fyri kynsligan ágang.