Ruth gjørdist omma fyri fyrstu ferð

- Ikki at trúgva veljarakanningum kundi hóskandi verið mítt nýggjárslyfti, sigur Ruth Vang.

- Eg haldi, at nýggársrøða løgmans var sera góð, sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevnd løgtingsins.

Vit byrjaðu gamlaárskvøld við at lurta eftir nýggjársrøðu løgmans. Tað var ein serlig løta hesaferð, nú løgmaður umboðar eina samgongu, eg sjálv eri partur av. Samstundis var tað ein sera góð røða, sum løgmaður helt.

Tað sigur Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevnd løgtingsins.

Hon vísir á, at árið 2015 fyri hennara viðkomandi var nógv merkt at løgtingsvalinum.

- Eg eri sera fegin um at kunna umboða Framsókn sum varafólk á tingi og fari eisini í 2016 at gera tað, eg kann fyri, at fleiri skulu hava tað enn betri í Føroyum. Haraftrat er eitt kommunuval á skránni í 2016. Eg vóni og vænti, at Framsókn verður umboðað í Tórshavnar býráði hesaferð.

Ruth Vang sigur, at ein stórhending í 2015 var, tá hon gjørdist omma fyri fyrstu ferð í summar.

- Ommusonurin kom í verðina alt ov tíðliga undir truplum umstøðum. Men, tey hava tað øll gott í dag, og vit eru sera takksom. Hann hevur ríkað okkum lívið í 2015, og eg gleði meg at vera meiri saman við honum í 2016, enn eg havi verið seinastu mánaðirnar. 

Spurd um nýggjárslyfti, sigur fíggjarnevndarformaðurin, at hon ikki hevur givið sær sjálvari nakað ávíst lyfti.

- Eg plagi ikki at geva nýggjárslyfti. Ikki tí, mær kemur til hugs mangt og hvat, sum eg kundi og fari at royna at gera øðrvísi og betri. Tíbetur hava vit tann møguleikan hvønn dag - og ikki bara um ársskifti.

Um keðiligar hendingar í undanfarna ári, heldur Ruth Vang fyri, at tíbetur eru tær ikki nógvar.

- Eg væntaði, at Framsókn fekk eitt betri løgtingsval, serliga tí veljarakanningarnar spáddu okkum eitt nógv betri val, enn vit fingu. Ikki at trúgva veljarakanningum, kundi fyri alt tað verið eitt hóskandi nýggjárslyfti, sigur forkvinnan í fíggjarnevnd løgtingsins brosandi.

At enda ynskir Ruth Vang øllum føroyingum eitt eydnuberandi 2016.