Rut Ingólfsdóttir og Gerrit Schuil

TÍÐINDASKRIV

Í vikuskiftinum verður høvi at hoyra tveir frálikar tónleikarar framføra kamartónleik á konsertum í Klaksvík og í Havn.
Rut Ingólfsdóttir er íslendskur violinleikari, sum m.a. stovnaði Kamarorkestrið í Reykjavík og hevur verið konsertmeistari frá upphavi. Saman við henni spælir hállendski klaverleikararin Gerrit Schuil, sum umframt at verða høgt virdur klaverleikari eisini hevur stjórnað kórum og orkestrum víðahvar.
Á skránni hjá teimum er tónleikur fyri klaver og violin eftir týska tónaskaldið Johannes Brahms, sum livdi frá 1833 til 1897. Eftir at Brahms hevði skrivað síni stóru orkesturverk, fór hann av nýggjum undir at skriva kamartónleik. Allar tríggjar violinsonaturnar eftir hann eru frá hesum tíðarskeiði. Tann fyrsta var skrivað í Pörtschach 1878 og 1879, tann næsta í Thun í 1886 og tann triðja og seinasta varð liðug í Thun í 1888.
Rut Ingólfsdóttir og Gerrit Schuil spæla á eini konsert í Klaksvík, har 17 sangarar eisini fara at taka lut, leygardagin 15. januar kl. 16.00 í skúlanum við Ósánna. Á teirru seinnu konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 16. januar kl. 16.00, fara tey at spæla allar tríggjar sonaturnar eftir Brahms.