Rustviðgerðin avger livitíðina hjá bilinum

Nú veturin stundar til, er tað av alstórum týdningi, at bilarnir eru væl vardir. Livitíðin hjá einum bili er sum oftast treytað av hvussu væl rustviðgjørdur hann er, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum

Ivan Johansen Bilar var fyrsta fyritøka, sum tók sær av at rustviðgera bilar í Føroyum tíðliga í sjeytiárunum. Fyritøkan hevur gingið á odda innan hetta økið øll árini við dagførdum amboðum og nútímans hølisviðurskiftum til rustviðgerð.


Bilar, sum ikki eru væl rustvardir, hava ongan møguleika at standa ímóti teimum avbjóðingum sum koma gjøgnum veturin við salti og vætu, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri Dinitrol rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum.


Dinitrol rustviðgerðin er góðkend av Teknologisk Institut og verður tilmæld av FDM. Til hvørt einstakt bilmodell eru kort við nágreiniligum upplýsingum um konstruktiónina á bilinum, og hvørji amboð ið skulu brúkast. Alt verður gjørt eftir forskriftunum.


Bilar, sum eru rustviðgjørdir hjá Ivan Johansen Bilum, hava verið hjá FDM í Danmark til eftirkanningar, har teir fingu sera góðan karakter fyri væl úr hondum greitt arbeiði. Tað er Dansk Teknologisk Institut, sum stendur fyri hesum eftirkanningunum.


Tað eru langt frá allir nýggir bilar, sum eru nóg væl rustviðgjørdir, tá teir koma til landið. Tí er tað ein góð íløga fyri eigaran at fáa bilin rustviðgjørdan ongantíð ov skjótt, sigur Kaj Boetius, sum leggur afturat, at best er at bilarnir eisini verða eftirviðgjørdir annað hvørt ár. Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð ov tíðliga at fáa bilin rustviðgjørdan.


Pauli Waag, sølustjóri hjá Ivan Johansen Bilum, sigur, at nú sølan av nýggjum bilum í løtuni er minkandi, er áhugin vaksin fyri at fáa bilin rustviðgjørdan.


mg