Rustholkar fækka

.

Heimsins tangaskipafloti eldist, men góðskan á gomlum skipum er betri. Reiðaríini eru meir áhugaði í at umvæla skipini. Álvarsligar vanlukkur við gomlum skipum hava fingið reiðaríini til at vera meir varin


Heimsins tangaskip eru í meðal eini 15-16 ára gomul vísa nýggj tøl sum Norsk Verista hevur almannakunngjørt.

44 prosent av supertankarunum (tangaskip yvir 200.000 tons deyðvekt) eru eldri enn 20 ár, meðan 40 prosent av av teimum eitt sindur minni tangaskipunum millum 120.000 og 165.000 tons deyðvekt eru meir enn 20 ár. Bert 22,5 prosent av teimum vanligu tangabátunum (millum 80.000 og 105.000 eru omanfyri 20 ár.

Sjálvt um tangaskipini eldast, so kunnu vit gleðast yvir at skipini sum sigla yvirhøvur eru í betri standi enn fyri bert fáum árum síðani. Orðaskifti um strangari trygdarkrøv, umframt at ein hevur vent eygunum móti rustholkum sum eru soknir, hava gjørt sítt til at fáa eina betri góðsku.


Tey gomlu eru horvin

? Tey vánaligu skipini eru yvirhøvur horvin. Tað eru tey bestu reiðaríini sum sita eftir við teimum gomlu skipunum, og hesi duga at reka skipini, sigur varastjóri Wilhelm Magelssen ií Norsk Veritas, tá tey kunngjørdu tølini mánadagin.

Ein av høvuðsorsøkunum til at tað framvegis finnast gomul skip í vinnuni, er at óvanliga fá skip vóru send til upphøggingar í 1996 og í 1997. Orsøkin til tað er at reiðaríini fingu so mikið góðan prís fyri fraktina. Fyri eitt eitt gamalt skip sum er útgoldið er upphøgging ein vánalig loysn, um fraktprísirnir eru høgir.

? Marknaðurin avgerð hvussu nógv skip sum vera send til upphøggingar. Um ein supertankari ikki fær eini 13 000 til 15 000 dollarar um dagin í longri tíð, so loysir tað seg ikki og upphøgging nærkast fyri skip sum hava ópassandi stødd, meinar Magelssen.


Umfatandi umvælingar

Tá skipini eru 25 ára gomul noyðast tey inn til eitt dýrt og umfatandi umvælingarumfar og skipini skulu klassast fyri at sleppa at sigla víðari. Fyri eitt reiðarí vil spurningurin altíð vera um tað loysir seg at brúka milliónir av krónum fyri at sleppa ígjøgnum 25 ára nálareyga. Er marknaðurin ikki til reiðar at rinda ein hampuligan fraktprís vil eitt umvælingarumfar og nýggj klassing ikki loysa seg. Óansæð noyðast skipini til upphøggingar tá tey fara um 30 ára aldur, tí feløgini sum senda frakt ikki vilja hava so gomul skip til at flyta sínar vørur.