Russland vísir aftur ukrainsk gjøgnumbrot í Bakhmut

MOSKVA: Russland vísti seint í gjár aftur páhaldinum frá prorussiskum bloggarum og leiðaranum í Wagner-bólkinun um, at ukrainskar deildir hava gjørt gjøgnumbrot í Bakhmut.

Mykhaylo Palinchak/Zuma/Ritzau Scanpix

– Ymsu fráboðanirnar á Telegram (boðtænasta, red.) um »gjøgnumbrot« fleiri staðir á hermótinum eru ikki í samsvar við veruleikan, skrivar russiska verjumálaráðið í eini fráboðan sambært AFP.

 

Tað skriva tey, hóast leiðarin í privata hernaðar Wagner-bólkinum, Jevenij Prigozin, í tríggjar dagar hevur viðurkent, at ávísar ukrainskar deildir eru komnar ígjøgnum.

 

Deildir hjá Wagner-bólkinum hava verið primos motor í stríðnum hjá Russlandi kring Bakhmut.

 

Bakhmut var einaferð ein býur við 70.000 fólkum, men nú er býurin ein sundursorlaður krígsvígvøllur, sum hevur ment seg til miðdepilin í stríðnum.

 

 

 

Mykhaylo Palinchak/Zuma/Ritzau Scanpix