- Tá Ukraina ikki vísir vilja til samráðingar, fer Russand at prioritera at røkka sínum málum á hermótinum.
Tað sigur talsmaðurin hjá Kreml og Vladimir Putin, forseta, sum kallast Dmitrij Peskov.
Sambært talsmanninum koma eingi tekin úr Kyiv um, at Ukraina hevur vilja til friðarsamráðingar.
- Tað týdningarmiklasta er tískil, at vit røkka okkara málum á hermótinum, sigur Dmitrij Peskov við Izvestia.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur stjórnarvinarligu russisku tíðindatænastuna í kvøld.
Meðan Boris Johnson var forsætisráðharri í Bretlandi, reisti hann einaferð spurningin:
- Hvussu kanst tú samráðast við eina krokudillu, sum longu hevur annað beinið á tær í kjaftinum?











