Russland er til reiðar at tosa við USA og NATO um eina felags rakettverjuskipan, og Russland fer møguliga eisini at taka undir við at seta tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.
Tað segði russiski forsetin, Dmitri Medvedev, í samrøðu við danska sjónvarpið í gjárkvøldið.
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, er fegin um orðini hjá russiska forsetanum um eina felags rakettverjuskipan. Hann segði við DR, at sjálvandi verður neyðugt við samráðingum við russar, men at orðini hjá forsetanum kunnu vera grundarlagið.
Dmitri Medvedev kom til Noregs á almenna vitjan í gjár, og haðani fer hann til Danmarkar.